Innanlands

Kanningararbeiði tarnar ferðsluni í Havnargøtu í morgin

Koyrandi vera biðin at vísa størsta varsemi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-06 20:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

 Í sambandi við kanningararbeiði í berginum við Havnargøtu, kemur lyfta at standa á eystaru gongubreyt og vegsíðu týsdagin 7. mai 2019.

Ferðslan verður eitt sindur tarnað, men koyrandi verður í vestaru vegsíðu, meðan arbeiðið fer fram, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Koyrandi vera biðin at vísa størsta varsemi og koyra eftir umstøðunum hetta tíðarskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder