Fyrilestur um kappingarføri og tørvin á nýggjum vinnupolitikki verður í Løkshøll 4. apríl.
Elisabeth Holvik, leiðandi búskaparfrøðingur í SpareBank 1 í Noregi, heldur fyrilestur um hví tað hevur so stóran týdning at byggja upp og varðveita eitt kappingarført vinnulív. Hon fer at tosa um altjóða viðurskifti, so sum handilsstríð og Brexit og um hvussu smá lond sum Norra og Føroyar muga bera seg at tá slíkar broytingar henda.
Elisabeth hevur lisið samfelagsbúskaparfrøði á universitetinum í Bergen, við menningarlandafrøði sum hjálærugrein. Hon hevur m.a. arbeitt í fleiri skandinaviskum bankum og undir lesnaðinum arbeiddi hon eisini á einum alibrúki í Måløy.
Elisabeth varð við í Scheel-nevndini sum er ein ráðgevandi nevnd sum hevur verið við til at umskipa vinnuskattin í Noregi. Hon situr eisini í nevndini í Forskerfabrikken, ein felagsskapur sum arbeiðir við at menna vitanina hjá børnum og ungum um ta ávirkan, sum tøkni og gransking hevur á okkum menniskju, samfelagið og náttúruna. Umframt hetta skrivar Elisabeth eisini regluliga greinar fyri Aftenposten og Dagens Næringsliv.
Fyrilesturin hjá Elisabeth er grundaður á hennara nógvu royndir og fer hon at seta fokus á kappingarføri, rentu- og valutapolitik og tørvin á nýggjum vinnupolitikki.
- Eysturoyar Vinnulívsfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald