Innanlands

Kári P. Højgaard bjargaði samgonguni

Tá atkvøtt varð um uppskotið hjá Miðflokkinum um dagføring av vegum og tunlum, var Kári P. Højgaard ikki í tingsalinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-29 18:27 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag skuldi atkvøðast um uppskot hjá Miðflokkinum um dagføring av vegum og tunlum. Uppskotið snúði seg um, at 20 milliónir skuldu setast av á hvørjum ári næstu tíggju árini at røkja vegakervið við. Løgmaður hevur sagt, at hann fór at skriva nýval út, um dýr uppskot vórðu samtykt uttan um samgonguna. Tí var spennandi, um uppskotið fór at verða samtykt, tí tað kundi gera, at nýval varð útskrivað. 

Andstøðan hevði meiriluta fyri uppskotinum, tí Magni Laksafoss hevði boðað frá, at hann fór at taka undir við tí.  

Men tá atkvøðast skuldi um uppskotið, var Kári P. Højgaard ikki í tingsalinum. Tí stóð á javnum, tí 15 atkvøddu fyri og 15 ímóti. Har við fall uppskotið. 

Les eisini: Magni og Kári atkvøddu við samgonguni 

Kári P. Højgaard sigur við Portalin, at hann er ímóti at dýr uppskot, sum binda Løgtingið í fleiri ár fram, verða samtykt beint áðrenn valið. Hann sigur, at hann var ikki í tingsalinum, men at hann allarhelst hevði atkvøtt ímóti uppskotinum óansæð. 

- Bara alneyðug uppskot eiga at verða samtykt av Løgtinginum beint áðrenn valið, sigur Kári P. Højgaard í stuttari viðmerking. 

Hetta er triðju ferð, at Kári P. Højgaard hevur atkvøtt við samgonguni í dag. Í morgun atkvøddi hann ímóti at uppskot um at landið skal hava heimild at veita stuðul til fótbóltshallir skuldi úr nevnd og til viðgerar, hóast álit ikki er skrivað í málinum. 

Les eisini: Andstøðulimur feldi hinar 

Seinni atkvøddi hann við samgonguni um, at uppskot um broytingar í lógini um sjófeingi skuldi aftur í nevnd, tá tað vísti seg, at samgongan ikki hevði meiriluta fyri uppskotinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder