
Herfyri keyptu Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen keypt familjufyritøkuna Zacharias Leitisstein P/F.
Fyritøkan boðar í dag frá, at eini eigarin Kári Sigvardsen, er nýggjur stjóri.
Zacharias Leitisstein P/F hevur virkað innan hita, vatn, sanitet og ventilatión síðani 1959 og hevur staðið fyri støðufesti og góðum handverki.
- Við nýggjum eigarum og leiðslu halda vit fram við verandi virksemi, men vit fara eisini at flyta okkum. Vit koma í næstum við nýggjum orkuloysnum við jarðhita og hitapumpum og fara vit eisini at bjóða vinnuni fleiri tænastur, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald