placeholder
Uttanlands

Kashoggi varð myrdur í tí hann trein inn á konsulátið

Høvuðsákærin í sakini sigur, at drápið var planlagt

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-11-01 17:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Høvuðsákærinum í málinum um saudiarabiska tíðindamanninum Jamal Khashoggi, sum varð myrdur á sauidarabiska konsulátinum í Istanbul, sigur, at Khashoggi varð myrdur so skjótt hann trein inn um dyrnar á konsulátinum.

Khashoggi, sum var sera atfinningarsamur inn á sausiarabiska samfelagið, varð kvaldur beinanveg, tá hann trein inn um hurðina. Hann var síðani skorin í petti, sigur Irfan Fidan, høvuðsákæri.

Saudiarabiski høvuðsákærin, Saud al-Mojeb, segði longu í farnu viku, at drápið var tilvitað. Hetta er í mótsøgn við almennu frágreiðingina úr Saudiarabia, sum hevur ljóðað, at drápið var eitt óhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder