2018-10-09 16:50
Ein vøruvognur, sum skuldi við vøru til Hvannasunds rendi seg fyrr í dag fastan inni í Árnafjarðatunlinum og elvdi til ógvusligan ferðslupropp mitt í háferðslutíð.
Sum skilst var vøruvognurin akkurát komin inn í Árnafjarðatunnilin, tá ið takið á bilinum tók í. Bilførarin tordi ikki at koyra víðari og royndi tí at bakka út aftur. Tá fann hann tó útav, at hann var fastur.
Fyri at fáa bilin leysan aftur, var neyðugt at koyra luftina úr dekkunum, og síðan fekk bilførarin bakkað vøruvognin út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald