Uttanlands

Katy Perry skotin út í rúmdina

Hon og fimm aðrar kvinnur vórðu í dag skotnar út á eina rúmdarferð, har tær uppliva fýra minuttir í vektloysi - Jeff Bezos betalir

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-04-14 14:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru nú yvir seksti ár síðan, at ein kvinna seinast fór út í rúmdina uttan at hava ein mann við sær.

Í dag fóru seks kvinnur út á eina rúmdarferð, upp á rokningina hjá amerikanska ríkmanninum, Jeff Bezos.

Tað er hansara egna rúmdarfelag, Blue Origin, sum skipar fyri ferðini, og millum teirra, sum vera við, er amerikanska poppsangarinnan, Katy Perry.

Hinar eru unnustan hjá Jeff Bezos, Lauren Sánches, sum er journalistur og rithøvundur, Gayle King, sum er journalistur og vertur hjá CBS News, Amanda Nguyen, vjetnamesisk-amerikanskur aktivistur og entreprenørur (fyrsti vjetnamesari í rúmdini), Aisha Bowe, rakettgranskari, fyrrverandi Nasa-starvsfólk úr Bahama og Kerianne Flynn, amerikanskur filmsskapari.

Rakettin, sum fyrr í dag varð skotin upp frá Texas, fór út á eina sokallaða suborbitala rúmdarferð, sum merkir, at farið kemur út í rúmdina, men ikki fer út á eina kós kring jørðina.

Kvinnurnar fáa harvið fýra minuttir í vektloysi, har tær kunnu flóta runt inni í rakettini og njóta útsýnið, áðrenn kósin varð vend aftur móti jørðini.

Higartil hava 52 fólk, herundir Jeff Bezos sjálvur, roynt ein slíkan túr.

Kvinnurnar eru, sambært BBC, komnar trygt aftur á jørðina

Bezos og Musk kappast um rúmdina

Bezos, sum er millum heimsins ríkastu menn, hevur av álvara tikið upp kappingina móti einasta manninum, sum liggur oman fyri hann á listanum yvir heimsins ríkastu menn, Elon Musk, og hansara SpaceX, skrivar NRK.

Í januar sendi felagið hjá Bezos risastóru rakettina New Glenn út í rúmdina á fyrsta sinni. Talan er um eina rakett, sum er meira enn 100 metrar høg. Sambært Blue Origin, kann rakettin hava 45 tons av farmi við út í rúmdina.

Seinastu árini hevur SpaceX felagið hjá Musk verið einaráðandi á rúmdarmarknaðinum og hevur tryggjað sær fleir góðar avtalur. Í dag skjýtur felag hansara fleiri rakettir og fylgisveinar út í rúmdina, enn restin av heiminum tilsamans, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder