Uttanlands

Kavaðu niður á skipsvrak á 6.500 metra dýpi

Amerikanski oyðarin USS Johnson varð søktur í sjóbardaganum við Filipsoyggjar

2021-04-04 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er eydnast einum mannaðum sokallaðum mini-kavbáti at koma niður á vrakið av einum amerikanskum krígsskipi, ið varð skotið niður undir øðrum heimsbardaga, og nú liggur á 6.500 mnetra dýpi nærhendis Filipsoyggjum.

- Vit hava júst gjørt søgunnar djúpasta kav til eitt vrak, skrivar Victor Vescovo, skipari á kavbátinum, á Twitter.

Hann er stovnari av fyritøkuni Caladan Oceanic í Texas í USA, sum ger undirsjóvarkanningar.

Tað var síðst í mars, at kavbáturin framdi tvær kavingar, átta tímar hvør, niður til vrakið av oyðaranum USS Johnson út fyri oynni Samar.

- Vit funnu teir báðar fremstu triðingarnar av skipinum, sum stóð uppi, óskalað, á 6.456 metra dýpi, skrivar Victor Vescovo.

115 metra langa krígsskipið varð søkt av einum japanskum krígsskipi í einum sjóbardaga 25. oktober 1944. Bert 141 av menningini á 327 sluppu við lívinum, sambært arkivunum hjá amerikanska herflotanum, skrivar AFP.

Amerikanskar deildir royndu at vinna Filipsoyggjar, ið tá vóru amerikanskt hjáland, frá japanskum hersetingarvaldi.

Vrakið av amerikanska oyðaranum vísa teir skaðar, sum skipið fekk undir sjóbardaganum fyi 76 árum síðani. Tað sigur søgufrøðingurin Parks Stepenson, sum var við á ferðini við mini-kavbátinum niður á vrakið.

- Tað varð rakt av kanónum frá størsta krígsskipinum, ið nakrantíð er bygd – slagskipinum hjá keisarliga japanska flotanum, Yamato.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder