2018-07-06 08:49
Ein av kavarunum, sum royna at bjarga tailendsku fótbóltsdreingjunum og venjara teirra úr einum helli í Tailandi, er deyður av iltmangli.
Talan er um ein fyrrverandi kavara frá serdeildini Navy Seals í herskipaflotanum. Tað vátta tailendsku myndugleikarnir sambært fleiri útlendskum miðlum.
- Tað eru syrgilig tíðindi. Ein fyrrverandi Navy Seal-kavari, sum sjálvboðin royndi at bjarga dreingjunum, doyði í nátt klokkan tvey, segði guvernørurin í Chiang Rai, Passakorn Boonyaluck, fríggjamorgunin.
Sum skilst var kavarin á veg út úr hellinum, aftaná hann hevði avleverað ilttangar til innibyrgda fótbóltsliðið, tá hann sjálvur fór at mangla ilt.
Hóast starvsfelagar royndu at fáa 38 ára gamla kavaran til lívs aftur, eydnaðist tað ikki.
Tailendska fótbóltsliðið hvarv burtur í Tham Luang hellið 23. juni, allarhelst orsakað av ógvusligum regni - men útgongdin bleiv blokerað, tá ið nógva regnið yvirfløddi hellið.
Dreingirnir sita umleið tveir kilometrar inni í hellinum, og yvir 1000 fólk luttaka í bjargingararbeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald