Uttanlands

Keldur: Russland helt fast í krøvum um Nato og landøki

Tað er orsøkin til, at ætlaði fundurin millum Donald Trump og Vladimir Putin er útsettur, siga keldur við Financial Times

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-10-31 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum varð boðað frá ætlanum um ein toppfund millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, men enn hevur eingin fundur verið.

Orsøkin er, siga keldur við miðilin Financial Times, at Russland heldur fast í teimum krøvunum, sum Putin áður hevur nevnt viðvíkjandi krígnum í Ukraina.

Nakrar dagar eftir, at Trump og Putin samdust um at leggja ætlanir um ein nýggjan fund í Budapest, fekk USA eitt skriv frá russiska uttanríkismálaráðnum við krøvum um m.a. landøki, minking av ukrainska herinum og lyfti um, at Ukraina ongantíð gerst limur í verjusamgonguni Nato.

Eisini hevur telefonfundur verið millum amerikanska uttanríkismálaráðharran, Marco Rubio og russiska uttanríkismálaráðharran, Sergej Lavrov, og eftirfylgjandi hevur Rubio greitt Trump frá, at Russland ikki tykist sinnað at samráðast, skrivar Ritzau.

Eingin fráboðan er komin  - hvørki frá USA ella Russlandi - um at fundurin er endaliga avlýstur, men hann er eftir øllum at døma útsettur í óásetta tíð.

Trump hevur m.a. sagt, at hann ikki ynskir at spilla sína tíð við at fundast við Putin, og vil hann ikki hava ein nýggjan fund, fyrr enn Putin hevur givið ábendingar um, at hann er sinnaður at samráðast.

Les eisini: Trump vil ikki spilla tíðina við Putin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder