Innanlands

Kenslur og vald í ríkisfelagsskapinum

Kenslurnar í ríkisfelagsskapinum verða lagdar undir valdskritiskan lupp av Maluni Marnersdóttur, professara á Føroyamálsdeildini, Kirsten Thisted, lektara á KU og Ann-Sofie N. Gremaud, lektara á universitetinum Íslandi, í nýggjari evnisútgávu hjá DJØF um sambondini í Norðuratlantshavi

2021-06-03 20:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kritiskt og sera undirhaldandi verður hugtakið, "kenslubúskapur", lýst og greinað sundur í nýggjari vísindaligari grein hjá m.a. Maluni Marnersdóttur, professara á Føroyamálsdeildini, í seinastu evnisútgávuni av "Økonomi & Politik", sum forlagið DJØF gevur út.

Greinin hevur heitið "Kenslubúskapir í Norðuratlantshavi: Gomul bond og nýggj vinaløg" (Følelsesøkonomier i Nordatlanten: Gamle bånd og nye venskaber). Evnisútgávan er um arktisku sambondini, sum eru fyri broytingum, nú Arktis fyllir alsamt meira á dagsskránni hjá stórveldunum.

Øll útgávan er opin fyri almenninginum og kann lesast í fullum líki her.

Og greinin um kenslubúskapirnar í sambondunum millum Danmark, Føroyar og Grønland kann lesast her.

Kenslur og vald

Greinin hjá Maluni, Kirsten og Ann-Sofie setir luppin á tann partin av "norðurlendska Arktis", sum einaferð hoyrdi undir danska (dansk-norska) heimsveldið. Við sjálvstýri og kjaki um enn leysari tilknýti í tí, sum eftir er av ríkisfelagsskapinum, flytur valdið seg norðureftir.

Hetta letur upp fyri nýggjum sambondum og felagsskapum, har fyrrverandi hjálondini ella atlondini í Norðuratlantshavi (Grønland, Føroyar og Ísland, og í summum førum eisini Noreg) rannsaka møguleikar fyri tættari tilknýti uttan um Danmark.

Ein møgulig forðing fyri menningini av nýggjum og jøvnum sambondum tykist hava rót í eftirsleipi av søguliga grundaðum stigveldisskipanum og stereotypum við hugtøkum so sum "sivilisatión", "rasa" og "mentan", sum enn árnast væl, hóast avkolonialisering og nýhugsan.

Grundfestir og kensluligir búskapir virka saman við fíggjarligu búskapunum, og hetta ger tað ógjørligt at skilja kenslur, pengar, politisk og sosial valdsviðurskifti sundur.

Greinin grundgevur fyri, at fortreytin fyri at sleppa av við afturljóðið av heimsveldi og kolonitíð er tilvitska um hesi viðurskifti.

Vantrivnaðarfamiljan

Sum lopfjøl í greinini brúka høvundarnir speisku ritroyndina um kensluligu sambondini millum Ísland og hini Norðurlondini, sum íslendski rithøvundin, Hallgrímur Helgason, skrivaði í Weekendavísini í 2013, tá Ísland slokti sárini eftir búskaparskrædlið og var mitt í valstríði.

Ritroyndin hjá Helgasyni er ein flagellantisk tour de force, har alt íslendskt verður vigað upp móti Danmark, bæði av góðum og óndum, tí - skilst - Danmark er framvegis vágskálin, sum íslendingar viga seg sjálvar á, tí søguligu valdsstøðurnar enn sum áður eru til.

Helgason skrivar, at tað at vera á norðurlendskum fundi er sum at vera til døgurða í vantrivnaðarfamilju, har hvør einstakur (hvørt landið) alt fyri eitt tekur gamla leiklutin á seg.

Fyri borðendan situr tann ráðandi í famlijuni, Svøríki, politiskt korrektur, men "við eygunum fullum í barnaarbeiðarum í fjarskotnum londum". Hann er langt síðani skildur frá Móður Danmark, sum í sínum lagi tykist leggja líka í sítt avkom.

Fyrst eru tað tey bæði elstu: systirin Noreg, sum hevur gift seg væl við harra Oljugrunni, og bróðir Finnland, "sum eingin dugir at tosa við, og sum øll eru hundrað prosent vís í ikki er sonur pápan, hóast eingin nakrantíð hevur vágað sær at spyrja um tað". Síðani eru tað tey yngstu, bróðirin Føroyar, "sum fyllir 40 seinni í ár, men sum enn býr heima hjá mammu, har hann keturoykir og er arbeiðsleysur", og Ísland, sum harafturímóti flutti heiman alt ov tíðliga og fór til USA, haðani hann kom aftur uttan at hava lært stórvegis annað enn ónollur. "Av rúsevnum og hugmóð smildraði ungi maðurin bil sín fyri fýra árum síðani. Hann brýggjar seg ikki um at tosa um tað.....". Tann allaryngsti í flokkinum, Grønland, verður hvørki kallaður systir ella bróðir, men er bara ein, "sum mamma ættleiddi sum sín egna eftir skilnaðin, men var ov gomul til at taka sær nóg væl av".

Kenslur og pengar

Við hesi myndini ger Helgason greitt, at Norðurlond hava ikki bara felags søgu, sum er yndisevni í veitslurøðum, men at hendan søgan, grundað á sera ójavna makt, hevur alt eitt serligt rensl av kenslum, sum ger, at politiskur og fíggjarligur atburður kann setast inn í hesar keipumyndirnar av faðir Svøríki sum kaldur og hálur, Noregi sum ríkt, tó uttan at hava stríðst fyri tí, og Íslandi og Føroyum sum ábyrgdarleysir tannáringar. Renslið av kenslum rennur soleiðis saman við pengarenslinum á fíggjarmarknaðinum, og íløgur, lántøka og flytingar verða ikki bara grundaðar á skynsemi. Helgason lýsir eisini innrásina hjá íslendsku fíggjarvíkingunum í Danmark sum eitt slag av hevnisøku fyri fortíðina.

Malan Marnersdóttir, Kirsten Thisted og Ann-Sofie N. Gremaud siga, at við øllum hesum í huga verður tað meira skilligt, hví til dømis blokkstudningurin kann íbirta so nógv kjak, hóast hann í roynd og veru bara er ein fíggjarlig javnskipan, sum merkir, at donsku regiónirnar, Føroyar og Grønland árliga fáa ein part av almennu pengunum. Eitt annað dømi, sum tær nevna, er, at grønlendska sjálvstýrið í 2013 avgjørdi heldur at átaka sær váðan, sum mong halda, at grevstur eftir uran er, heldur enn framhaldandi at taka ímóti fíggjarliga íkastinum úr Danmark. Í Danmark stríddust tey veruliga fyri at skilja hesa avgerðina. Men taka vit kenslur í álvara og sum okkurt, ið ikki kann skiljast frá tí politiska og fíggjarliga, so gevur avgerðin nógv størri meining.

Í áhugaverdu greinini um kenslubúskapirnar í ríkisfelagsskapinum koma høvundarnir inn á fleiri dømi, eisini føroysk, sum lýsa, hvussu nógv kenslur viga í sambondunum millum londini, sum nú standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið, har valdið flytir seg norðureftir.

Men Føroyar, Ísland og Grønland eru í sínum lagi eiheldur óskrivað bløð. Og sínámillum gera eisini gamlir valdsbygnaðir seg galdandi, sum eiga at koma fram í ljós.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder