Innanlands

Keypti elbil fyri oljupengar

Podcast: Garvaði íverksetin, Ólavur Ellefsen, seldi í 2014 Simprentis fyri 15 milliónir. Nú greiður hann frá hvussu tað er at vera íverkseti í Føroyum

2018-11-22 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ólavur Ellefsen er garvaður íverksetari. Hann var millum annað við til at stovna Kall, sum seinni varð selt til Vodafone. Men tá hann fór í holt við Simprentis, helt hann tað skuldi vera hansara lívsverk og ongantíð seljast.

Allíkavæl seldi hann tíggju ár seinni fyritøkuna til ein altjóða oljurisa fyri 15 milliónir krónur.

Í nýggjasta Startup Podcastinum greiðir Ólavur frá teimum tíggju árunum hann arbeiddi við at gera spøl til skúlar og fyritøkur at læra um oljuleiting. Hann hugleiðir eisini um fyrimunir og vansar við at arbeiða úr Føroyum sum íverksetari og gevur síni ráð til aðrar íverksetar.

Startup Podcastið hoyrist á Apple Podcast og øðrum podcast appum, og á heimasíðuni halgir.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder