Time Magazine velur hvørt ár ein ársins persón, og í ár eru tað dripnir og fongslaðir journalistar, sum vunnu heiðurin.
Millum teir journalistarnar, sum Time Magazine nevnir er Jamal Khashoggi, sum varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul fyrst í oktober.
Time Magazine nevnir eisini Wa Lone og Kyaw Soe Oo, sum starvast fyri Reuters. Hesir báðir ournalistarnir eru dømdir sjey ára fongsul fyri at skriva um burturraksturin av muslimskum rohingafóli í Myanmar.
Fillipinski journalisturin Maria Ressa, sum situr fongslað, verður eisini nevnt sum dømi um ein fongslaðan og hóttan journalist, umframt starvsfólkið á Capital Gazette í Maryland í USA, har fimm fólk vórðu dripin í juni, tá ein brotsmaður fór at skjóta inni á redaktiónini.
Í síni grundgeving fyri at lata dripnum og fongslaðum journalistum heiðurin skrivar Time Magazine, at hesi eru “varðafólk” í “krígnum um sannleikan”.
Time Magazine skrivar, at higartil í ár eru 52 journalistar dripnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald