Uttanlands

Kim: Russland hevur okkara treytaleysa stuðul

Norðurkoreanski leiðarin hevur um vikuskiftið havt vitjan av russiska uttanríkismálaráðharranum

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

2025-07-13 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea er til reiðar treytaleyst at stuðla Russlandi í krígnum móti Ukraina, segði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, tá hann hitti russiska uttanríkismálaráðharran, Sergej Lavrov, sum seinastu dagarnar hevur vitjað í Norðurkorea.

Kim og Lavrov hittust í strandabýnum Wonsan, har Lavrov eisini hitti norðurkoreanska uttanríkismálaráðharran, Choe Son-hui.

Les eisini: Uttanríkismálaráðharrar hittust í Norðurkorea

– Kim Jong-un váttaði, at (Norðurkorea) er til reiðar tryetaleyst at stuðla og taka undir við øllum tiltøkum, sum leiðslan í Russlandi setur í verk fyri at handfara orsøkina til stríðið í Ukraina, sigur norðurkoreanska statstíðindastovan, KCNA sambært Reuters.

Sambandið millum Russland og Norðurkorea er batnað, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022. Norðurkorea hevur m.a. sent vápn og herfólk til Russlands, og fleiri sigast at vera ávegis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder