Vandi er fyri, at tey í Kina, sum annars eru við at koma fyri seg aftur eftir korona, fáa eina nýggja bylgju av tilburðum orsakað av ferðafólkum, sum koma til landið í hesum døgum.
Tað ávarar talsfólk hjá kinesisku heilsumyndugleikunum um í dag.
Smittan millum fólk er so at siga steðgað í Kina, men 693 tilburðir eru staðfestir hjá fólki, sum nýliga eru komin til Kina úr øðrum londum.
Seinastu vikuna eru 313 koronatilburðir staðfestir í Kina, og tað var bert í seks førum, at talan var um fólk, sum høvdu fingið smittuna í Kina. Í gjár vórðu 45 tilburðir staðfestir, og 44 av hesum vóru ferðafólk, sum júst vóru komin til landið. Tey flestu av hesum eru kinesarar, sum eru komnir heim úr útlondum.
Sambært Ritzau setti mann í gjár eisini nýggj tltøk í verk, sum skal avmarka talið á útlendingum, sum ferðast inn í landið. Kinesisku flogfeløgini hava m.a. fingið boð um at avmarka flúgving til og úr útlondum.
Sambært teimum almennu tølunum hevur koronasmittan kravt fleiri enn 3.000 mannalív í Kina, har fleiri enn 80.000 hava fingið staðfest smittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald