Uttanlands

Kinesiskt hernaðarskip tvingaði amerikanskan oyðara av kós

Amerikanski herurin er í øðini inn á Kina

USS Decatur

USS Decatur

2018-10-02 20:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt kinesiskt hernaðarskip tvingaði sunnudagin ein amerikanskan oyðara at skifta kós í Suðurkinesiska havinum.

Amerikanska herflotin sigur, at kinesiska herskipið sigldi tætt við oyðaran á ein vandamiklan og óprofessionellan hátt.

Amerikanski oyðarin, USS Decatur, sigldi tætt við Gaven og Johnson rivið við umstríddu Spartly oyggjarnar, sum Kina hevur gjørt krav uppá.

Amerikanski herflotin sigur, at Luyang hernaðaskipið sigldi 41 metrar frá framstavninum hjá Decatur, skrivar BBC.

Amerikanski herflotin fær javnan øði í kinesisku stjórnina við sínum “freedom of navigastion” árásarferðum.

Spenningur hevur seinastu árini verið um sjóøkið við Spartly oyggjarnar, tí at fleiri lond, eitt nú Teivan, Filipsoyggjarnar, Brunei, Maleisia og Vjetnam siga seg eiga part av sjónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder