Innanlands

Kjakast um kannabis í kvøld

Tiltakið verður í Smæruni klokkan 19, og verður stroymt beinleiðis á Portal.fo

2019-04-03 15:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Smæran verður í kvøld klokkan 19 karmur um tiltak um fyrilestur og pallborðskjak um medisinskt kannabis, kannabis sum heilivág og avkriminalisering av kannabis.

Umboð fyri felagið Cannabis Danmark kemur at fortelja, hvat støðan er við donsku royndunum á kannabis-økinum. Aftaná er pallborðskjak við læknum, fakfólkum, ið hava við kannabis at gera, og politikarum.

Tað verður Bárður Persson, sum verður orðstýrari til pallborðskjakið har nærum allir politiskir flokkar luttaka.

Teir flokkar, sum hava boðað frá eru Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Bjarni Kárason Petersen fyri Framsókn, Elsebeth Mercedes Gunnlaugsdóttir fyri Fólkaflokkin, Gunnvá Tróndardóttir Joensen fyri Javnaðarflokkin, Katrin Kallsberg fyri Tjóðveldi og Arnfinn Á Birtuni fyri Framtakið.

Enn er óvist hvør luttekur fyri Sjálvstýri og Sambandsflokkin.

Tað er "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis", sum skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis.

Tiltakið verður eisini stroymt á Portalinum, og verður at finna á forsíðuni áðrenn klokkan 19.

Les eisini: 1400 danir fingu útskrivað medisinsk kannabis í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder