
Myndin niðanfyri vísir inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum hjá føroysku bankunum í árunum 2010 til 2020.
Nettorentuinntøkurnar hjá bankanum vuksu frá 2010 til 2012, tá tær vóru í hæddini á umleið 1 mia. kr. Síðani 2012 eru nettorentuinntøkurnar falnar frá at vera um 1 mia. kr. til at vera um 700 mió. kr. í 2020.
Inntøkurnar frá ómaksgjøldum vóru á umleið 100 mió. kr. í 2010 og eru síðani vaksnar upp til um 300 mió. kr. í 2020.
Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum tilsamans eru vaksnar frá at vera um 770 mió. kr. í 2010 til at vera 1 mia. kr. í 2020, ið er ein vøkstur á umleið 30% ella í miðal 2,7% um árið hetta tíðarskeiðið.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í miðal innláns- og útlánsrentunum hjá føroysku bankunum.
Sum sæst er gongdin í bæði innlánsrentuni og útlánsrentuni fallandi, tó fellur útlánsrentan skjótari, enn innlánsrentan. Tað merkir, at rentumarginalurin (munurin millum innláns- og útlánsrentuna), sum er ein av kjarnuinntøkunum hjá bankunum, er lækkaður hesi árini.
Miðal innlánsrentan hjá føroysku bankunum fór niðurum null síðst í 2019. Føroysku bankarnir vóru nakað seinni, enn danskir bankar at seta negativa rentu á innlán. Viðurskiftini á altjóða fíggjarmarknaðinum gera, at rentan er undir trýsti, og peningastovnarnir hava lagað raksturin eftir hesum við at seta innlánsrentuna niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald