Fyrrapartin lat Atlantic Fair dyrnar upp til Føroya størstu vinnu- og vøruframsýning. Komandi dagarnar fara sølufólk, keyparar og gestir at hittast og sýna fram á vinnustevnu í Klaksvík.
Vinnustevnan er sera væl umtókt millum fyritøkur og gestir, og í ár eru 192 fyritøkur úr 20 ymiskum londum, sum sýna fram, umframt at eini 5.000 gestir væntast at vitja í Klaksvík hesar dagarnar. Atlantic Fair mennist á hvørjum ári, og eitt sum er øðrvísi í ár, eru mongu áhugaverdu fyrilestrarnir, sum m.a. eru seta sjóneyku á vinnu- og samfelagsmenning sum heild, skrivar Klaksvíkar kommuna. Stevnan heldur fram til hósdagin.
Klokkan hálvgun ellivu var stevnan sett, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti stevnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald