Fríggjadagin 23. november 2018 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarløtu í samband við, at Magnus Magnussen eftir 23 ár í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi, takkar fyri seg.
Nógv fólk vóru til hátíðarløtuna, sum varð markað við røðum, klavertónum, ábiti og heilsanum frá borgarstjóranum, Jógvani Skorheim, og stjóranum í Heilsutrygd, Egil á Bø. Magnus fekk eisini heilsanir frá gomlum starvsfeløgum og kenningum, sum á hvør sín hátt hava myndað starvsleiðina hjá Magnusi Magnussen.
Borgarstjórin nýtti høvi at takka Magnusi Magnussen fyri hansara trúfestu tænastu, og takkaði eisini fyri stóra leiklut hansara í menningini av virkseminum á Læknamiðstøðini.
Les røðuna, sum borgarstjórin helt fyri Magnusi, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald