Innanlands

Klaksvíkar kommuna og Almannaverkið saman um nýtt tilboð

Mikudagin varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ung í Jústabrekku í Klaksvík varð handaður Almannaverkinum

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-08-19 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudag seinnapart varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at nýggi bú- og viðgerðarstovnurin í Jústabrekku í Klaksvík varð handaður Almannaverkinum.

Í nýggja bú- og viðgerðarstovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva. Bú- og viðgerðarstovnurin er fyri ung fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum.

Jørgin Olsen, eindarleiðari í Almennaverkinum, bjóðaði vælkomin, og Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Karl Johansen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, hildu røður. Vakra kornett spælið hjá Andrassi Sólstein setti eisini ein serligan dám á hátíðarløtuna, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Landsstýriskvinnan og borgarstjórin hava verið starvsfelagar á gomlu politistøðini, og tí var løtan í dag heilt serlig fyri tey, sum bæði fegnaðust um, at vakri og søguligi bygningur nú aftur fær nýtt lív við einum so týdningarmiklum endamáli. Borgarstjórin segði m.a. soleiðis í røðu sínari:

– Eg byrjaði sum politistur í 1979 og starvaðist her líka til nýggja politistøðin bleiv bygd í 1996. At síggja støðina verða umbygda og hamskifta til eitt bú- og viðgerðartilboð til fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum, eri eg sera fegin um og stoltur av. 

– Gamla politistøðin verður við hesi verkætlan varðveitt og Klaksvíkar kommuna fær eitt tiltrongt bú- og viðgerðartilboð, sum røkkur einum málbólki, sum eigur at fáa hægstu raðfesting. Við hesi íløguni er Klaksvíkar kommuna við til at lyfta sosiala økið í Føroyum, og tað eri eg sera errin av, segði hann.

[object Object]
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Við hesum bústaðnum er enn eitt týðandi klípið lagt fyri at geva góðar og tryggar karmar, sum styðja undir, at fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum kunnu nýta sínar førleikar og gerast so sjálvbjargin sum møguligt, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna m.a. í røðu sínari.

– Sum landsstýriskvinna í almannamálum fegnist eg stórliga um, at hava tikið avgerðina um, at Almannaverkið kann skipa hesi bútilboð. Jústabrekka er eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi og tí eitt satt nýbrot.

– Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotiliga og hóskandi til endamálið, segði hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder