Innanlands

Klaksvíkar kommuna útstykkjar fyri 24 mió. kr.

Ídnaðarøkið Undir Hamri verður nú útstykkjað

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-04-03 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár skrivaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, undir sáttmála at útstykkjað nýggja ídnaðarøkið Undir Hamri á Borðoyarvík (sunnanfyri bátahylin).

J & K Petersen vann í fjørð útbjóðingina at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar, umframt eisini at tilgerða kringsumstøðurnar, eitt nú við bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti.

Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, var sjálvsagt fegin um at verkætlanin nú skjótt fer í gongd, soleiðis at kommunan fær skapt vinnuni enn betri karmar.

- Vit frøðast um at arbeiðið nú fer í gongd, tí tað er neyðugt, at vit sum kommuna útvega fleiri ídnaðarøkir, sigur Tummas við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Hann leggur afturat, at fleiri aktørar hava víst økinum áhuga, men at enn er møguleiki hjá øðrum at bjóða seg fram.

Avtalað er, at J & K Petersen ger arbeiðið fyri fyri 24 mil. og fer arbeiðið í gongd í seinasta lagi 1. aug. í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder