Hvørt gerandiskvøld í heystfrítíðini bjóðar Klaksvíkar kommuna til forkunnugar vitjanir á nógvum av teimum ymsu støðunum, har byggiverkætlanir eru í gongd ella á skránni.
Stórar og sjónligar broytingar fara fram í býarmyndini í hesum árum, og verkætlanirnar eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tær fevna somuleiðis um nógv ymisk samfelagsøki og hava tí eisini ávirkan á gerandisdagin hjá øllum, sum búgva og virka í býnum. Við at bjóða almenninginum møguleika fyri at vitja ymsu verkætlanirnar ynskir kommunan at geva innlit í, hvussu Klaksvík fer at síggja út í framtíðini.
Á øllum støðum fara arkitektar og onnur við serkønari vitan um bygningarnar og verkætlanirnar at leggja fram og vísa runt, og harafturat verður eisini ein kaffimunnur at fáa á hvørjum stað, boðar kommunan frá.
Skráin, sum verður almannakunngjørd í neyvari útgávu seinni, fevnir eitt nú um:
- Skúlabyggingina á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð
- Biskupstorg og nýggi miðbýurin
- Posthúsið sum mentanarhús
- Ítróttarøkið, har rennibreyt, vælverudepil og nýggjar stadionumstøður eru á skránni
- Gongutúr frá nýggja ídnaðarøkinum á Borðoyarvík til nýumvælda Spinnaríið
- Umframt onnur spennandi og forvitnislig støð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald