Innanlands

Kleyvarskapur var orsøk til at Arctic Voyager sigldi á land

Sjóvinnustýrið hevur nú skrivað frágreiðing um óhappið tá uppsjóvarskipið rendi á Ennið í Fuglafirði

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-23 18:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vantandi brúgvadisiplin, vantandi útkikk og ósketni var orsøk til, at uppsjóvarskipið Arctic Voyager sigldi á land stutt eftir at skipið var farið frá bryggju í Fuglafirði sunnukvøldið 3. november.

Sjóvinnustýrið hevur nú skrivað skaðafrágreiðing frá hendingini, og her verður staðfest, at ongi teknisk brek eru, sum kunnu vera orsøk til at skipið rendi á land á Ennið við munnan til Fuglafjørð.

Hóast orðið ’kleyvarskapur’ ikki verður brúkt í frágreiðingini, so kann tað neyvan fatast sum annað enn kleyvarskapur, tá Sjóvinnustýrið sigur, at ”... orsøkin til óhappið var ein samanrenning av vantandi útkikki, ósketni og vantandi brúgva-disiplin”.

Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær Arctic Voyager út

Sjóvinnustýrið vísir eisini á, at kagfólk eigur at vera á brúnni, tá siglt verður í myrkri – tað var tað ikki, tá skipið rendi á land. Eisini verður víst á, at bert fýra mans fóru við skipinum, hóast kravið sambært manningarskjalinum er í minsta lagið seks.

Bara skiparin og maskinstjórin vóru á brúnni, tá skipið rendi á land. Hinir báðir menninir vóru í messuni. Sjóvinnustýrið staðfestir, at skiparin kann hava verið órógvaður av samskiftinum við maskinstjóran, og tí ikki varnaðist, at skipið sigldi alt ov nær landi og ikki náddi at venda skipinum áðrenn tað bar við land.

Arctic Voyager hevði verið í Fuglafirði og landað 400 tons av uppsjóvarfiski, og var hetta kvøldið á veg til Vestmanna at landa tey seinastu 200 tonsini, sum vóru eftir av veiðini.

Arctic Voyager megnaði at koma av aftur við egnari hjálp. Hóast skaða á kúlustevni og botni, kundi skipið sjálvt siglað til Havnar, har tað hevur verið umvælt á skipasmiðjuni hjá Mest.

Tað var dýrdarveður 3-8 m/s, gott sýni og mestsum ongin streymur, tá óhappið hendi.

Skaðafrágreiðingin kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder