Mentan

Klintrimús og hini djórini í Valdbakkaskóginum verður í SALT í næstum

Suðuroyar Sjónleikarafelag sóknast eftir leikarum

2018-08-06 08:53 Author image
Oda Strøm
placeholder

Suðuroyar Sjónleikarafelag fer saman við mentanarhúsinum SALT í næstum at seta upp leikin "Klintrimús og hini djórini í Valdbakkaskóginum" eftir Thorbjørn Egner.

Í tí sambandi skrivar sjónleikarafelagið, at sóknast verður eftir leikarum, sum eru eldri enn 17 ár. 

- Ert tú 17+ og ein kreativ sál? Droymir tú kanska um at sleppa at standa á einum palli sum sjónleikari, ella dámar tær at seyma, sminka, smíða, spæla tónleik, gera ljós og ljóð etc, so er tað NÚ, at tú fært møguleikan at verða ein partur av tí litríka og stuttliga hópinum, ið longu er virkin í Suðuroyar Sjónleikarafelag.

- Venjingarnar og framførslunar verða í SALT, og má sigast, at vit hava nakrar framúr góðar umstøður at gera gott teatur, skrivar Suðuroyar Sjónleikarafelag.

Leikurin verður leikstjórnaður av Klæmint H. Isaksen, og pallsniðgevi verður Nicolaj Falck.

Meira kann lesast um leikin á Facebooksíðuni hjá SALT.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder