Innanlands

Klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt

Ferðsðuløgreglan kannaði ferð á Kaldbaksvegnum í nátt

2019-04-03 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast ferðsluløgreglan javnan er úti við lasaratólinum fyri at kanna ferðina á bilunum, eru tað framvegis nógvir bilførarar, ið freistast av at trýsta ov hart á speedaran.

Í nátt var ferðsluløgreglan úti og gjørdi kanningar á Kaldbaksvegnum.

Úrslitið var, at ein bilførari varð avdúkaður fyri at koyra 119 kilometrar um tíman, og viðkomandi fær nú eitt klipp í koyrikortið, sigur vakthavandi á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder