Innanlands

Kolandi stormur á Oyggjarvegnum

Stormur er kring landið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-07 14:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur er kring landið í dag, og í støðum er stormur. Í Suðuroy varð ein bussur tikin av vindinum, og á Oyggjarvengum við Norðadalsskarð er kolandi stormur, í hvirlunum upp til 45 m/s.

Inni á koyrilíkindunum hjá Landsverk sæst, at í Syðradali verður sagt frá hvøssum stormi, í hvirlunum upp í 33 m/s. Við Gjárarskarð, Norðuri í Sundum í Kollafirði, ViðVelbastaðháls og í Hvalba verður sagt frá stormi.

Í Kaldbaksbotni verður sagt frá upp til 38 m/s í hvirlunum og á Oyndarfjarðarvegnum upp til 37 m/s í hvirlunum.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder