Í nátt kom eldur í ein bil á Skálafjørðinum. Løgreglan upplýsti, at knappliga fór tað at rúka, og av einari ella aðrari orsøk kom eldur í bilin.
Trý fólk vóru í bilinum, tá tað hendi, men tey sluppu skjótt úr bilinum. Ein annar bilførari kom heilt skjótt á staðið og tók sær av fólkunum úr brennandi bilinum, ið ikki fingu nakran skaða.
Roynt varð at sløkkja bilin við pulvusløkkjari, men tað var til fánýtis. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin, men tá var hann nærum útbrendur. Bilurin er nú á Akstovuni, har kannast skal hví hetta hendi.
Vakthavandi upplýsir eisini, ar ein bilførari í gjárkvøldið koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Hann varð tikin, og nú skulu blóðprøvar takast, eins og tá talan er um bilførara, sum er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Vakthavandi á løgreglustøðuni sigur, at tað kemur javnan fyri, at rúsevni er í blóðinum hjá bilførarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald