Mentan

Komið og dansið

Tango, hip hop, linedansur og ballett fyri øll. DansiEksperimentið og Norðurlandahúsið hátíðarhalda Altjóða dansidagin 29. apríl.

2019-04-26 19:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 29. apríl á hvørjum ári er altjóða dansidagur. Hendan dagin verður dansurin hátíðarhildin kring allan heimin. Dansidagurin er ein dagur, sum setir fokus á allar teir mongu eginleikarnar hjá dansinum. Ein tann størsti eginleikin hjá dansinum er at savna fólk uttan mun til aldur, kyn, mentan og so framvegis. Á altjóða dansidegnum kunnu øll vera við og dansa.

Skráin fyri dansidagin í Norðurlandahúsinum:

Allan dagin Ársins dansur verður vístur á stórskermi, og øll kunnu koma framvið at læra seg, ella at dansa við.

16:30-17:15 Dansiundirvísing fyri øll í øllum aldri. Øll kunnu vera við! Undirvísari, Andrea Joensen

Vit byrja tíman við at dansa ársins dans saman, men man kann væl vera við til undirvísingina uttan at duga dansin.

17:30-17:45 Dansiframførslur (háskúla hip hop, tango og linedansur)

18:00-18:30 Undirvísing í tango fyri ung (14 ár og upp), vaksin og eldri. Undirvísari, Annika Winther Klit og Sverri Poulsen

18:30-19:00 Undirvísing í linedansi fyri ung (14 ár og upp), vaksin og eldri. Undirvísari, Birgir Samuelsen og Hervør Dam Samuelsen

19:30 Ballettin Svanesøen – filmssýning frá kongaliga teatrinum í Keypmannahavn. Ballettin sigur søguna um unga prinsin Siegfried, sum verður forelskaður í yndisligu ljósu svanaprinsessuni Odette, men verður lokkaður av myrka mótsetningi hennara Odile. Ballettin vísir bardagan millum tað góða og tað ónda, kærleika og hatur. Svanesøen er ein tann mest elskaða ballettin í heiminum. Sýningin er ókeypis.

Ársins dansur

Í samband við altjóða dansidagin tann 29. apríl 2019 hava systrarnar og koreografarnir Maria og Marta Olsson gjørt ársins dans. Ársins dansur er eitt fyribrigdi, sum byrjaði í Danmark og Norra í 2008. Endamálið við ársins dansi er at savna fólk á altjóða dansidegnum til ein felagsdans, sum øll kunnu læra og verða ein partur av. Her er ein upptøka og vegleiðing av ársins dansi.

Kapping

Um tú filmar ársins dans á altjóða dansidegnum tann 29. apríl, og deilir upptøkuna á Instagram ella Facebook og viðmerkir DansiEksperimentið, Føroya Fólkaháskúla og Norðurlandahúsið, so er tú við í lutakastinum um at vinna atgongumerkir til DansiEksperimentið 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder