Innanlands

Kommunan bjóðar morgunmat í samband við nýggju bussleiðina

Bussleiðin verður uppstigað á fleiri økjum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-29 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mánamorgunin fara býarbussarnir at koyra eftir nýggju ferðaætlanini. Hetta verður hátíðarhildið í Steinatúni. Morgunmatur verður at fáa í Steinatúni mánamorgunin 1. apríl frá kl. 07.30 til kl. 09.00.

Bussleiðin verður uppstigað á fleiri økjum. Nú verða tvær høvuðsleiðir, og tær fara at koyra fýra ferðir um tíman við millumbilum uppá 15 minuttir. Tvær síðuleiðir koyra hálva hvønn tíma frá 06.45 til 17.30

Koyrt verður eisini longur út á kvøldið leygardag frá kl. 10 til 23 ístaðin fyri til kl. 16. Og nú verður eisini koyrt sunnudag frá kl. 10 til 21. Fólk í bygdunum kunnu eisini gleða seg til vikuskiftistúrar til bygdirnar fýra túrar leygardag og tríggjar sunnudag, skrivar Tórshavnar kommuna. 

Vit kenna øll appilsingulu “Circle line” í London. Nú fær Havnin eisini eina "Ringleið", sum koyrir allar skúladagar. Ringleiðin koyrir skúladagar frá áleið kl. 07.30 til kl. 16.

Morgunmaturin í Steinatúni byrjar kl. 07.30 mánadagin 1. apríl, og til ber at fáa sær morgunbreyð við osti, skúlamjólk, frukt, te og kaffi til kl. 09.00. 

Jens Marni Hansen fer at syngja inni í Steinatúni kl. 07.30, tá ið nýggja bussleiðin verður tikin í nýtslu.

Nýggja bussleiðin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder