Innanlands

Kommunan keypir hús til ungdómin í Vági

Vágs býráð hevur samtykt at keypa gamla sparikassabygningin

2018-11-27 15:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2019, har nógvar spennandi raðfestingar og átøk vera framd.

Millum annað hevur Vágs kommuna samtykt at betra um umstøðurnar hjá ungdóminum í Vági. Ungdómurin hevur hildið til í ymiskum leigaðum hølum í fleiri ár. Ungdómsnevndin hjá Vágs býrað, sum varðar av  Ungdómshúsinum, hevur arbeitt við at keypa egið hús til ungdómin í skjótt 2 ár og nú er komið á mál.

Vágs býrað hevur nú samtykt, at keypa gamla sparikassabygningin til endamálið.

Ungdómsnevndin fer beinavegin í komandi árið at betra um húsið, har m.a. nýggj brandtrappa skal gerast og aðrar ábøtur.

So líðandi verður betrað um umstøðurnar, alt eftir tørvinum hjá teimun ungu. Grundøkið er rímiligani stórt, og til ber eisini at útbyggja um neyðugt.

At ungdómurin í Vági nú endaliga fær egið ungdómshús er sera tiltrongt og til stóra gleði fyri ungdómin og frítiðarskúlabørnini sum eisini dagligani halda til har.

Í Ungdómshúsinum er dagliga sera nógv virksemi av ymiskum slagi. Dagligt møta millum 30 til 40 ungdómar upp og somuleiðis halda 70 frítíðarskúlabørn til har.

Ungdómshúsið hevur opið 2 fastar dagar um vikuna og annaðhvørt fríggjakvøld og eitt leygarkvøld um mánaðan.

Ungdómsráðið, sum er eitt ráð undir ungdómsnevndini, hevur eisini ynskt at fáa egin hølir til ymiskt skapandi virksemi. Hesin møguleiki verður nú eisini tilstaðar, teir dagar ungdómshúsið ikki er opið.

Vágs kommuna hevur eisini raðfest at betra um núverandi spælipláss í bygdini. Serligani spæliplássið í miðbýðnum treingir til ábøtur og spæliplássið hjá barnagarðinum Eikilund skal eisini gerast liðugt.

Les eisini: Vágur: Fíggjarætlanin fyri 2019 samtykt

Tíðindaskriv frá Levi Mørk, formanni í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder