Innanlands

Kommunulæknar í Havn fáa egna heimasíðu

Á heimasíðuni kann sjúklingurin bíleggja tíð og endurnýggja reseptheilivág

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-09-26 14:52 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur bjóðað øllum kommunulæknunum í Tórshavnar kommunu heimasíðu.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Elektron sum veitara av heimasíðuloysnini “MínLækni”. Skipanin “MínLækni” verður longu brúkt av øðrum kommunulæknaviðtalum í landinum. 

Til ber at síggja heimasíðuna her. Arbeitt verður við síðuni.

Hvør viðtala hevur sína egnu síðu undir “MínLækni”. Á heimasíðuni kann sjúklingurin bíleggja tíð og endurnýggja reseptheilivág. Harafturat ber til hjá kommunulæknanum at leggja almenna kunning út til sjúklingarnar.

Arbeiðið við at geva kommunulæknaviðtalunum heimasíðu er farið í gongd, og væntandi virkar heimasíðan hjá øllum teimum viðtalum, sum ynskja heimasíðuna, áðrenn árið er úti.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder