Innanlands

Kommunur og almennar fyritøkur standa fyri størsta útlánsvøkstrinum í peningastovnunum

Betri hevði verið, um almenni geirin gjørdi javnt stórar íløgur í bæði lág- og hákonjunturum, heldur enn at gera nógvar íløgur, tí tíðirnar eru góðar

Mynd: Landsbanki Føroya

Mynd: Landsbanki Føroya

2019-05-27 17:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mest eyðsýndi váðin í búskapinum í løtuni er konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikkurin hjá almenna geiranum, sum kann fara at ávirka fíggjarliga støðufesti í Føroyum.

Hetta skrivar Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing, um íløgurnar í almenna geiranum.

Útlánsvøksturin hjá kommunum og almennum fyritøkum ber boð um, at almenni geirin ger nógvar íløgur, tí tíðirnar eru góðar. Betri hevði verið, um almenni geirin samskipaði íløgurnar, soleiðis at tær eru javnt stórar í bæði lág- og hákonjunkturum.

Útlánini til kommunur og almennar fyritøkur vuksu við einum triðingi frá mars 2018 til mars 2019 (Mynd 1). Í mars 2019 vóru samlaðu útlánini til kommunur umleið 1 mia. kr. og til almennar fyritøkur umleið 400 mió. kr.

[object Object]

Økta íløgu- og nýtsluvirksemið hjá kommunum og almennum fyritøkum í verandi hákonjunkturi hevur við sær bæði eitt vaksandi kostnaðarstøði og sannlíkt eisini lægri góðsku, og hevur soleiðis neiliga ávirkan á búskapin.

Búskaparráðið vísir í síni seinastu frágreiðing á, at “broytingar í almennu nýtsluni (eins og í almennu íløgunum) hava verið konjunkturviðgangandi [...] og hetta hevur økt, heldur enn minkað, um sveiggini í búskapargongdini. Umráðandi er tí hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina í árunum 1999-2008, nú búskaparliga virksemið aftur er í vøkstri.” Somuleiðis ger Váðarráðið í sínum tíðindaskrivi frá 20. november 2018 vart við, at “útlánsvøksturin er vaksandi [og] at førdi makrobúskaparligi politikkurin eigur at hava atlit til [tann] veruleika, at búskaparliga gongdin kann venda.”

Les meir í frágreiðingini ”Gongdin í bankageiranum”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder