2018-06-21 17:42
Sara Netanyahu, kona ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu, varð í dag ákærd fyri svik og álitsbrot, tí at hon skal hava misnýtt almennan pening.
Sara Netanyahu er ákærd fyri at hava brúk 650.000 krónur uppá mat heima hjá forsætisráðharrahjúnunum millum 2010 og 2013, skrivar CNN.
Ákærin sigur, at Sara Netanyahu eisini hevur goldið áleið 65.000 krónur uppá privatar kokkar.
Kona forsætisráðharran avvísir ákærurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald