Uttanlands

Kongur mælir til at verja umhvørvið

Charles fær íblástur frá vaksandi umhvørvistilvitanini segði hann í jólakvøðu síni

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-12-26 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski Charles II kongur tosaði um at verja umhvørvið í síni jólarøðu. Hann sigur seg fáa íblástur frá vaksandi umhvørvistilvitanini, sum er millum fólk.

- At verja um skapanarverkið er ein plikt hjá øllum, bæði trúgvandi og ikki trúgvandi fólkum, segði kongurin.

Charles segði víðari, at neyðugt er at ansa eftir jørðini fyri komandi ættarliðini. Hann nevndi eisini kríggini, sum herja ymsa staðni á jørðini, og at hann biðir fyri, at friður kann koma í lag.

Jólakvøðan frá Charles kongi var ikki send beinleiðis, men upptikin frammanundan á Buckingham Palace. Røðan varð send í bretskum sjónvarpi seinnapartin í gjár, jóladag.

Røðan hjá Charles kongi í fullari longd kann lesast á BBC 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder