Innanlands

Korona-støðan skapar trupulleikar hjá norðurlendskum pendlarum

Í hvørjum landi skulu tey rinda skatt, tá tey arbeiða heimanífrá? er spurningurin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-05-27 18:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stongdu landamørkini í Norðurlondum hava við sær, at fólk, sum arbeiða í einum øðrum landi enn tey búgva, eru í vanda fyri at verða skattað tvífalt. Orsøkin er, at sambært avtalunum, sum gjørdar eru landanna millum, skulu tey rinda inntøkuskatt í landinum, har tey arbeiða.

Men tað er ógreitt hvat hendir, tá ein má arbeiða heimanífrá. Hetta vekir stúran í Norðurlandaráðnum, skrivar norden.org.

Í ringasta føri kunnu pendlarar koma at rinda dupultan skatt – bæði í landinum tey arbeiddu í áðrenn landamørkini stongdu, og í landinum har tey búgva nú tey hava verið noydd at arbeiða heima.

Trupulleikin við dupultskattingini var frammi á fundi í nevndini fyri vøkstri og menning í Norðurlondum fyrr í vikuni. Nevndarlimirnir stúra fyri, hvørjar skattligar avleiðingar hetta fær fyri norðurlendsku pendlararnar. Annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðnum, Jaspur Langgaard er limur í hesi nevndini.

- Vit mugu loysa henda trupulleikan. Vit kunnu ikki lata okkara borgarar enda í eini slíkari støðu. Hetta skulu landsins fíggjarmálaráðharrar loysa áðrenn skatturin fyri 2020 verður uppgjørdur, sigur Pyry Niemi, formaður í nevndini fyri vøkstri og menning í Norðurlondum.

Rakar 18.500 fólk í Oyrasundsøkinum
Eisini landshøvdingurin í Skáni, Anneli Hultén, er farin inn í málið og hevur skrivað svenska fíggjarmálaráðharranum bræv. Hultén metir, at hesin trupulleiki kann raka 18.500 fólk, sum ferðast tvørtur um Oyrasund í arbeiðsørindum. 90 prosent av hesum eru svenskir ríkisborgarar, ið fara til Keypmannahavnar at arbeiða.

Eisini millum Svøríki og Noreg og millum Svøríki og Finnland eru líknandi trupulleikar.

Sambært norðurlendsku avtaluni skulu fólk, ið búgva í einum landi og hava fast starv í einum øðrum, rinda skatt í arbeiðslandinum. Tá Danmark, Noreg og Finnland lótu landamørk síni aftur fyri at forða fyri smittuspjaðing, tók trupulleikin seg upp, serliga fyri sviar, sum vórðu noydd at arbeiða heimanífrá. Tí hvar arbeiða tey so? Og í hvørjum landi skulu tey rinda skattin?

Ein serlig skipan í sonevndu Oyrasundsavtaluni loyvir fólki at arbeiða 50 prosent av tíðini heimífrá í eitt tíðarskeið upp til tríggjar mánaðar. Henda tíðaravmarking er við at ganga út nú. Tað er eisini óvist um hetta kann brúkast í eini støðu, tá eitt starvsfólk hevur arbeitt 100 prosent heima síðan miðjan mars og als ikki hevur havt møguleika at møta upp á arbeiðsplássi sínum.

- Tað er trupult at siga, hvørjar avleiðingar henda serstøða fær fyri hin einstaka, og tí hevur tað skund at finna eina loysn, sum ikki setur borgaran eina skattapínu, sigur Pyry Niemi við norden.org.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder