Innanlands

Saman um krabbamein sunnukvøldið

Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya

Í 2021 varð skipað fyri Føroya móti krabba. Tá komu umleið seks milliónir inn (Skíggjamynd: KvF)

Í 2021 varð skipað fyri Føroya móti krabba. Tá komu umleið seks milliónir inn (Skíggjamynd: KvF)

2025-10-21 20:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya. 

Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19 til 22. 

Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.

Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar. Far inn á heimasíðuna krabbamein.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder