Innanlands

Kortleggja norðaru kommunurnar í Suðuroy

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum

2019-07-04 16:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Flogið verður í Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu í tíðarskeiðnum 8. juli til 27. juli 2019.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.

Løgreglan er kunnað um flúgvingina, skrivar kommunurnar.
 
Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder