Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið ferðmátingar í Kollafirði og í Kaldbakstunlinum.
Vakthavandi sigur, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Ein bilførari varð máldur at koyra 76 kilometrar um tíman í bygdum øki, har loyvt er at koyra 50 kilometrar um tíman. Bilførarin fekk av tí sama klipp í koyrikortið.
Ein annar bilførari varð máldur at koyra 120 kilometrar um tíman í Kaldbakstunlinum.
- Tó verða trý prosent trekt frá, tá ið bilar verða máldir at koyra yvir 100 kilometrar um tíman. Bilførarin varð tí niðurskrivaður fyri at hava koyrt 116 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 80, sigur vakthavandi.
Bilførarin fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum innan tríggjar mánaðir - annars missir hann koyrikortið. Tað merkir, at hann skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald