Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsandi evnum

Løgreglan skuldsetti í nátt ein bilførara fyri at koyra, meðan hann var ávirkaður av rúsandi evnum

2018-10-28 09:23 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan tók í nátt ein bilførara í meginøkinum fyri at koyra, meðan hann var ávirkaður av rúsandi evnum. 

- Tað er eitt sindur sum við rúsdrekkakoyring. Hann varð kannaður og varð mettur at vera ávirkaður, og tí varð blóðroynd tikin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Bilurin varð eisini kannaður, og har vórðu restir av hashi funnar, sum løgreglan metti var evnið, sum bilførarin var ávirkaður av.

Bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsandi evnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder