2018-11-27 11:41
Ein bilførari, sum varð steðgaður í vanligum eftirliti hjá løgregluni í gjárkvøldið, verður nú skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsevni, og fyri at hava havt rúsevni á sær.
Bilurin varð steðgaður í J.C. Svabos gøtu í Havn, og løgreglan sá skjótt, at bilførarin var ávirkaður. Tá løgreglan kannaði bilin, varð ein lítil nøgd av hassji eisini funnin.
Bilførarin verður tí skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald