Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevni

Løgreglan steðgaði ein bili í Norðstreymoy í gjárkvøldið

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-22 09:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bilførari situr nú og bíðar eftir at svar kemur uppá blóðroyndina, sum varð tikin av viðkomandi í gjárkvøldið.

Tað var um 20 tíðina í gjár, at løgreglan steðgaði einum bili, sum koyrdi millum bygdir í Norðstreymoy.

Illgruni var um at bilførarin var ávirkaður av rúsevni, og tí varð blóðroynd tikin av viðkomandi. Nú verður bíðað eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder