2018-10-03 09:53
Í gjárkvøldið klokkan 20 steðgaði løgreglan einum bili í Havnini, sum koyrdi ótrygt.
Fyrst varð hildið, at bilførarin møguliga var ávirkaður av rúsdrekka, tí at hann koyrdi óstøðugt.
Tá løgreglan steðgaði bilinum, hvarv illgrunin um at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Tó var mett, at hann var ávirkaður av heilivági, og hetta kann verða eins vandamikið, sum tá koyrt verður undir ávirkan av rúsdrekka.
Løgreglan tók eina blóðroynd av bilføraranum, fyri at fáa staðfest júst hvat talan var um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald