Innanlands

Koyrdi út fyri

Ein bilførari verður skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna. Lítið ferðsluóhapp í Hoyvík hósmorgunin

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-07-05 07:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun níggju tíðina gjáramorgunin var eitt lítið ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum við Garðavegin.

Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Garðavegi og skuldi út á Hvítanesvegin, koyrdi út fyri ein annan bil, sum koyrdi norðeftir. Bilarnir stoyttu saman.

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, og materielli skaðin var ikki so stórur.

Bilførarin, sum koyrdi út fyri, verður skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder