Uttanlands

Krevja líkið av Jamal Khashoggi útleverað

- Gev okkum Jamal, so vit kunnu geva honum eina ordiliga jarðarferð, siga vinfólk hjá saudiarabiska tíðindamanninum

2018-10-21 10:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinfólk hjá saudiarabiska tíðindamanninum, Jamal Khashoggi, sum varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í byrjanini av oktober, krevja nú, at líkið av Kashoggi verður útleverað.

"Gev okkum Jamal, so vit kunnu geva honum eina ordiliga jarðarferð. So øll tey, ið eru góð við hann, so heimsins leiðarar kunnu koma til Istanbul at jarða hann."

Orðini eigur Turan Kislakci, formaður fyri turkiska-arabiska miðlasambandið, sum í gjár stóð fyri miðlunum saman við vinfólki og kenningum hjá Jamal Khashoggi.

Endamálið var greitt. Tey ynskja, at myndugleikarnir í Saudiarabia útlevera líkið av Khashoggi, sum fór inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul 2. oktober uttan at koma út aftur.

Í løtuni er tó ivi um, hvar líkið av Jamal Khashoggi er, skrivar DR.

Sambært CNN hevur amerikanski forsetin heldur ongar upplýsingar fingið um tað.

"Tað sær ikki út til, at nakar veit tað. Onkur veit, men eingin úr ymsu kanningarbólkunum veit tað í løtuni," segði Donald Trump.

Les eisini: Saudiarabia: Tíðindamaðurin varð dripin á konsulátinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder