Tá tingfundur verður settur í dag, skal tingmanningin atkvøða um at taka eitt mál aftur úr rættarnevndini.
Tað er Pauli Trond Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur mist tolið við rættarnevndini, og hevur heitt á formansskapin um at bera so í bandi, at eitt lógaruppskot verður lagt fyri tingið aftur til aðru viðgerð uttan álit frá nevndini, sum fekk málið til viðgerðar eftir fyrstu viðgerð í tinginum.
Talan er um eitt uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.
Hetta er lógaruppskotið, sum skal geva landsstýriskvinnuni heimild at loyva Sev at hava ymiskar prísir á streyminum, serliga ætlað teimum, ið hava fingið sær hitapumpur og elbilar. Málið er ein liður í at eggja fólkum til at flyta yvir á grønar orkuloysnir.
Málið varð lagt fram 25. september, og eftir fyrstu viðgerð 23. oktober latin rættarnevndini. Haðani er tað ikki komið aftur enn, og tí hevur Pauli Trond Petersen nú heitt á formansskapin um at fáa málið aftur í tingsalin.
Til hetta krevst ein meiriluti í tinginum, og tí byrjar tingfundurin í dag – sambært dagsskránni – við atkvøðugreiðslu um at taka málið aftur.
Júst hetta málið er annars á dagsskránni fyri fund í Vinnunevndini í morgun. Málið um at geva Sev møguleika at lækka elprísin fyri ávísar brúkarar er bert eitt av eini langari røð av málum, sum er fyri á rættarnevndarfundinum, sum byrjar klokkan hálvgun níggju.
Síðan 23. oktober hevur rættarnevndin havt seks fundir og málið hevur verið á dagsskránni á øllum fundunum, men hevur tó bert verið viðgjørt á trimum teirra.
Kristin Michelsen er formaður í rættarnevndini.
Tingfundurin verður eftir ætlan settur klokkan 10. Annars eru bert munnligir fyrispurningar á skránni fyri tingfundin í dag.
Pauli Trond Petersen segði við Dag og Viku í gjárkvøldið at hann helt tað vera harmiligt, at slík mál verða súltað í nevnd. Líknandi mál varð lagt fram seinastu tingsetu, men fall burtur, tí tað ikki kom úr aftur rættarnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald