Kringvarpið hevur spurt allar floksformenninir í samgonguni, og eisini uppskotsstillararnir, um uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár verður tikið aftur - men eingin hevur nakra viðmerking til málið.
Tað skrivar Kringvarpið í dag.
Ruth Vang, sum saman við Honnu Jensen legði uppskotið fram, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna, enn tær hon longu hevur gjørt, og floksformaður hennara, Poul Michelsen, vil eiheldur gera viðmerkingar.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður, vil heldur ikki gera viðmerkingar, men sigur við Kringvarpið, at arbeitt verður saman við vinnuni fyri at gera eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin við Føroyar, og ein partur av tí arbeiðnum er spurningurin um kvotur ella fiskidagar.
Løgmaður heitti á Framsókn um at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár aftur, og tað kann bara verða gjørt á tingfundi - og tingfundur verður fríggjadagin. Sum skilst bar ikki til at fáa fatur á løgmanni heldur.
Sambært landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hava formenninir í samgonguflokkunum tó ikki tosað saman enn um málið, men tað verður væntandi skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald