Innanlands

Kringvarpið bjóðar fleiri sendingar út alment

Nú ber til hjá fríyrkisfólkum og framleiðslueindum at søkja um at framleiða til vetrarskránna 19/20

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-08 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kringvarp Føroya hevur nú útbjóðing av sendingum til vetrarskránna 2019/2020. KVF skrivar á heimasíðuni, at fleiri sendingar verða bjóðaðar út til fríyrkisfólk og framleiðslueindir uttanfyri hústið at framleiða til vetrarskránna.

Talan er um dokumentarsendingar, ungdómstilfar, undirhaldssending til sjónvarpið og tónleikasendingar í útvarpinum.

Ein sending, sum hevur koyrt seinastu mánaðirnar, sum varð bjóðað út, er Pressan, sum Øssur Winthereig framleiddi. Kringvarpið boðar frá, at avtala er gjørd um at Øssur eisini framleiðir sendingina til vetrarskránna 19/20.

Sí útbjóðaðingartilfarið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder