Innanlands

KRIS í nýggjum húsum

Í vikuni lat felagsskapurin KRIS upp í nýggjum húsum á Toftum

Eyðgunn Samulesen, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Almannamálaráðið)

Eyðgunn Samulesen, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Almannamálaráðið)

2018-12-06 10:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í vikuni lat felagsskapurin KRIS upp í nýggjum húsum á Toftum. Á móttøkuni helt m.o. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, røðu.

Landsstýriskvinnan segði í røðu síni, at hóast ongar gyltar borgir hjálpa teimum, sum stríðast við fylgjur eftir kynsligan ágang, og at hesi ikki finna ugga og stuðul í flottum húsum, so ivast hon ikki í, at tað fer at lætta um hjá KRIS í gerandisdegnum, nú áhugafelagið hevur fingið nógv betri umstøður til sítt virksemi.

- Millum annað tykkum fyri at takka, eru tey fleiri og fleiri, ið tora at traðka fram og krevja, at okkurt skal verða gjørt. Hetta hóast vit øll vita, at tað er als ikki lætt at traðka fram í okkara lítla samfelag, segði landsstýriskvinnan í almannamálum.

Eyðgunn Samuelsen vissaði eisini um, at í arbeiðinum hjá Almannamálaráðnum at seta í verk Heildarætlan um kynsligan ágang, eins og Heildarætlan um harðskap, hava kunning og upplýsing verið sera høgt raðfest.

Les alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder