- Í morgin, leygardagin 6. apríl kl. 15:00, verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur nøkur orð og so sleppa børnini annars at royna spæliplássið. Børnini fáa eisini pizza og okkurt drekkandi afturvið.
Tað stóð skrivað á heimasíðuni hjá Tvøroyra kommunu fríggjadagin. Talan er um spælipláss, sum hevur tikið nógv ár at gera, og sum nú er liðugt. Kristin Michelsen er borgarstjóri, men situr ikki í meirilutanum. Og ætlanin hjá meirilutanum í Tvøroyra býraði var ikki at spæliplássið skuldi takast í nýtslu hendan leygardagin. Tí fríggjadagin boðaðu tey frá, at spæliðplássið, sum fyrstu ferð varð sett í verk fyri 14 árum síðani, skuldi takast í nýtslu 13. apríl, sum er næsta leygardag.
- Næsta leygardag 13. apríl verður spæliplássið alment tikið í nýtslu, við eini fagnaðar løtu, saman við øllum býráðnum, vaksnum og allarmest børnum á Tvøroyri, skrivaði Javnaðarflokkurin í Tvøroyra býraði á síni facebook síðu 5. apríl. Men mongum brestur ætlan, tí nú hevur hátíðarløtan longu verið 6. apríl.
Og tað bar ikki til hjá Javnaðarumboðunum at vera til staðar, tá spæliplássið varð tikið í nýtslu 6. apríl, tí tá vóru tey á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í Havn.
- Tí stuttliga “samanfallið” hevur við sær, at øll í meirilutanum í býráðnum eru á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavn allan leygardagin, tá vígslan av spæliplássinum verður, skriva tey millum annað á Facebook-síðuni hjá sær seinni sama 5. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald